Hetta er ein vegleiðing til tín, ið skal brúka búmerkið hjá Betri í sambandi við stuðul. Niðanfyri sært tú dømi um, hvussu búmerki verður nýtt. Eisini kanst tú taka búmerkið niður her.
Stuðulsbúmerkið eigur altíð at vera sett soleiðis, at tað er sjónligt. Hetta merkir bæði, at merkið skal standa á sjónligum stað, vera í rætta liti og í hóskandi stødd.
Merkið hjá Betri finst í trimum útgávum. Høvuðsbúmerkið er grønt, og hetta eigur altíð at vera fyrsta val. Hetta riggar í flestøllum førum.
Um grøna merkið ikki riggar kann hvíta, ella negativa, útgávan brúkast. Hendan kann veljast um td. bakgrundin er grøn og/ella tað er vandi fyri at búmerkið gerst minni sjónligt av hesi orsøk.
Eisini er ein svørt útgáva, og hendan skal bert nýtast, um tað stendur saman við øðrum búmerkjum, og hesi skulu javnsetast í litum.
Um tú hevur spurningar ella ivast hvussu merkið skal brúkast, set teg í samband við okkum á marketing@betri.fo
Fylg altíð vegleiðingini omanfyri, tá ið tú skalt seta búmerkið hjá Betri á lutir ella í ein samanhang. Ítróttarklæðir og onnur útgerð bera øll Betri-búmerkið, hóast hesi hava ymsar litir, skap og snið. Ivast tú, set teg í samband við okkum.
Merkið skal ongantíð broytast, tillagast ella strekkjast í mun til upprunafíluna.